Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 6

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 6
Mær í huga, sál og sinni livir gamalt söguminni, beri eg í barmi inni dýra sögn um miklan drott. Hómi glæmugirda krúnu eins og ljós er drottins bunu Risti Gud á heimin rúnu sjálva Ólavsökunátt. Kertur birtust, niður brunnu. Öldir komu, öldir runnu. Kirkja stóð í Niðarósa, klokka ringdi nátt og dag. Og so mong sum hoyrdi Ijóðið, lögdu seg á knæ og bóðu. „Lysir Ólavs halga rósa, ringir Ólavs klokka „Glað“. Loyndin djupt í botnum svevur — sumarnátt um oyggjar veður, silvurtám um tindar dregur, mynnir havsins andadrátt. Og tað dýra aldri farið, vakir yvir hvörjum garði sum ein vígdur verndarvarði: Tað er Ólavsvökunátt. Her á strond, sum ránsmenn rændu, her hin vígdan kertan andi, her á hamri undir felli livdi sögn og sögulag. Alvum sínum kendu möður halgan sálm og dýrar sögur so vit vistu, hví vit hildu heilagt Ólavsvökudag. Ólav kongur himnafarin, statt tú vernd um fjörugarðin, ver tú viti vár og varðin, ver tú okkum rás og veg. Tú, sum á Stiklastöðum, bendi tú í sögn og sögum hesa tjóð at hæddum högum, so hon aldri gloymir teg. H. A. Djurhuus. Tá ið Ólavur kongur var lýstur at vera heil- agur maður, var tað so skjótt, at Ólavsvöka, tíðin til minnis um hann, kom í lag, og alla miðöldina upp í gjögnum var henda hátíðin hin största í teirra norsku kirkjunni. Náttina mill- um hin 28. og 29. júlí, sjálvan Ólavsvökudag, var ein vökunátt, tá ið teg hildu gudstænasta í kirkjunni alla náttina. Slík náttargudstæn- asta varð kallað vígsla ella vaka, vök^. Av hesum kemur navnið Ólavsöka, sum í grun- dini er Ólavsvöka. Mangt umskiftist, meðan stundir líða. Aðrar tíðir komu, og siðurin at halda Ólavsvöku varð avlagdur alla staðir. Bert í einum landi hevur siðurin staðið við alla tíð- ini, og ger tað enn, og tað er í Föroyum. Ólavs- ökan í Föroyum hevur tey eyðkenni, sum sipa aftur til sjálvt virki Ólavs kongs hin heilaga. Hesir báðir hövuðsstættirnir eru í Ólavsöku okkara: hon er ein tjóðskapligur samkomu- dagur og ein kirkjuligur hátíðisdagur. Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilur sundur. Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjöll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara. Ólavsökan hevur hildið saman. Fra gamlari tíð eru tey úr öllum bygd- um komin til Havnar á Ólavsöku, ting og og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til að hitta vinir og frændir. Ólavsökan hevur verið ein samkomu- og samfélagshatíð hjá fólkið okkara, hon hevur staðið sum eitt merkið um, at vit hoyra öll saman og eiga at vera eitt sameint fólk. Tann tydningur kann illa metast, sum Ólavsökan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjögnum tíðirnar, sum tað felagsband, sum bant fólkið saman, og hetta hevur haft sín stóra tydning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, sögurnar, okkara heimligu síðir, alt okk- ara föroyska fólkalív. Men uppi yvir öllum hes- um stendur kirkjan. Ólavsökudagur hevur all- ar tíðir verið ein kirkjuligur hátíðardagur. — Hann er ein krossmerktur dagur. Okkara gamla lögting, sum altíð hevur verið hildið í Havn, í elstu tíðum á Tinganesi, seinri á öðrum stöð- um, var í fyrstuni vígt av Tórs hamri, men síðan er tað signað av hinum heilaga krossi. Enn verður lögtingið sett Ólavsökudag á hvörjum ári og fær vígslu sína undir kross- merkinum. „Fram, kristmenn, krossmenn, kongsmenn!" Soleiðis ljóðaði herrópið hjá monnum hjá Ólavi kongi á Stikilstöðum. Hesi orð skulu enn minna okkum á, at vit sum eitt sameint fóik í trúskapi og samhuga rökja og verja land okkara, at krossurin má standa uppi yvir öllum starvi okkaía, og at vit í öllum lut- um verða leidd og stýrd av anda Krists. Jakob Dahl. 6 ÓLAVS0KAN

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.