Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 19

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 19
Martin Joensen: Ilúshaldir skan. ASrum heimsbardagurin byrjaði varð henda sögan ritað og lcomin ritstjórin í hendi. — Sögan er áhugaverd, ikki minnst í hesum dögum, nú „ástandið“ stendur á. „Húshaldirskan“ hjá Jens Jákubi var komin til bygdar. — Hann hevði verið einkjumaður í eitt heilt ár, og tá ið sakn og pína kólnuðu so nógv, at hann fór at kenna, hvussu trúpúlt tað var hjá einum mannfólki at ansa trimum smá- börnum, hevði hann leita ráð saman við ein góð- an vin, og úrslitið burtur úr hesari ráðleitan var fyrst eitt stórt træðkuffert, sum ein illveðurs- dag varð slongt upp á land og dagin eftur, tá ið veður og vindur makaðu, „eigarmaðurin“, „húshaldirkan“, sum niðurstutt og kuput í ein- ari hálvsíðari, svartari yvirtroyggju tráddi um gátt hjá Jens Jákubi. Börnini hevði hann skrubbað, so andlitini skinu og lýstu, nú sátu teg öll hvört undir liðini á öðrum á beinkinum við dyrnar og glöddu at hesum fremminda, ið stóð á gólvinum. Jens Jákub sjálvur var eisini hálvavegna ílatin, hetta átti næstan at kallast ein mishelgi- dagur í húsi hansara og fyri at hava okkurt at pjakast við, tí hvat skuldi hann vita at tosa við eitt konufólk, hann ongantíð hevði sæð, lá hann samankrókaður og skörði í eldinum og mutlaði um, að torvið skuldi verið toliligt, men tað mundi vera kaminan, ið ekki trekti. — Konu- fólkið var tá kvikt, tveitti troyggjuna av sær, — eitt reyðblómut líy var innanfyri — tók klovan frá Jens Jákubi og beyð sær til að fáa lív í brandarnar. Jens Jákub veik frá eldinum, og ikki var long lötan, inntil snurrið úr ketlinum boðaði frá, at glörnar hövda tikið við lívi. „Ikki er so fyri mannfólk at fást við eld og kóka“, helt hon fyri, tað munu hava verið ríngir dag- ar hjá tygum at liggja soleiðis einsamallur, og tað við smábörnum eisini. — Og so visti Jens Jákub ikki av, fyrenn hann sat við heitum kaffi- koppi framan fyrir sær og skeitti at „hús- haldirskuni“, sum eisini hevði skonkt sær uppí og prátaði og segði frá ferðinni, meðan hon drakk. Ikki kundi noktast, at Jens Jákub lívði upp, og börnini mólu fró rundan um hetta nýggja fólkið, teg hövdu fingið í húsið. Tað var eins og byrður vóru tiknar av Jens Jákubi, og sum longsil og sakn fluttu langt burtur í eina káma toku að standa. Og var tað nakað at siga til, var tað ikki menniskansligt? Hann fekk sín mát, klæðini vóru vaskað og stoppað, og tá ið maðurin var mettur, og annað materielt sakn hevði fingið krava sín, var tað ikki sört, að aðr- ar kenslur, sum nökur kalla andaligar og onnur „materiellar“ fóru at órógva, meðan hann í vælveru lá og „slángaði" sær á beinkinum og roykti og hugdi at konufólkinu, sum mól um gólvið og stákaðist við eld og vask. Hon fekk óiva líka bæði í einum og öðrum og kundi ekki metast við konuna — Jens Jákub suffaði — men tað var nú kynið, og eingin var í námind at meta saman við. Tankarnir vóru so áltráir. Og hann hugsaði eisini um tað, sum ikki var rós vert. Til dömis hin dagin, koppur- in var ikki so væl vaskaður, og tá ið hann hevði vátt tær at siga tað, hevði hon vent sær við og tikið fyrirklæðið — hornið á fyrirklæðnum at turka koppin við — jú hann sá eisini, hvat hon gjördi, men hvat, allir menn eru ikki so fyltir av reinsemisanda og hefta seg ikki so nógv við tílíkt, sum kann sýna eina snara hugsan hjá honum ella henni, ið ger tað. Kenslan av kvinnu í húsinum, og tann nýggju angin og dámurin, sum eins og hevði sett prógv allastaðnis inni, gjördi, at hann ikki altíð gav far um tær hus- ligu dygðir Olevina, „Húshaldirskan“ hevði. „Tygum halda mær til góðar“,segði hon eindag- in, „men mær dámar ikki so væl at liggja í stov- unni, rúmið sýnist so stórt og kaldligt, so ó- ÓLAVS0KAN 19

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.