Ólavsökan


Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 26

Ólavsökan - 01.07.1943, Blaðsíða 26
frá, felags fyri öll er flaggið, merkið, ið er vundin á stong og veittrar fyri lotinum, sum ein boðberi um samkomu. Ólavsökan er í nánd, tað er dagin fyri og vit sveima runt í götun- um. Götunövnuni eru sögulig flest öll og minna um farna dagar, húsini kunnu eisini vera sögu- myndir, tó tykist eins og nýggja byggingar- háttur at hava tikið við nógvastaðni. Aðalgöt- una hana vitja vit, hon byrjar niðri við bryggj- una og heitir Áarvegur, framvið Havnará, síð- ani, longu uppi nevnist hon Niels Finsensgöta, her fer fram eitt hav av fólkið, kvinnur og menn í föroyskum búnað, kvinnur og menn eins og teir ganga í París, stutt sagt„ her er nakað av tátiðins og nútiðins dámi, felags fyri tey er málið, ið hoyrist á sínum mongum tilbúnum, syngjandi og drenjandi, snjalt og lagmælt, sum tað var havið sjálvt, íð talaði. Tey hittast og tala, av og til hoyrist eitt kvæði, tað er ein ella annar, ið er vorðin kátur. Um kvöldið fer fram á Havnarvág kajrp- róður, hann er so föroyskur, sum nakar ítróttur kann gerast. Kvinnur og menn í hvítum búnum Frá Ólavsöku. manna hinau vökru föroysku bátarnar, tey koma til stevnu og umboða heimbygdir teirra. Tað er ein hugtakandi sjón at síggja tíggjumanna- fariðróðin. So at siga alt er á fötur, tá ið kapp- rógvurin fer fram, hetta minnir okkum á, at Föroyingar frá tíðarmorgni av duga og dáma væl at hava ár í hond. Úrslitini av hesum róg- við leggur dám sín yvir kvöldið, menn eprnast og gerast málreystur, tá bygd teirra var fyri sigri; aðrir lata illa ti at, tá teimum gekkst ímót. Alla náttina so at siga er lív í Havnini, og tá ið at morgni kemur stendur allur býurin í veitslubúna. Veðrið er vælsaktanst gott og merkini veittra frá hvörjari stong — föroyska merkið, sum undir núverandi stríði fekk sömdir signar dagin frá loftinum av. — Havnarkirkja letur klokkur sínar ringja og fólk samlast í Guds húsi. Lögtingsmenn, prestar og embætis- menn oyggjana ganga í skrúðgongu inn í kór kirkjusins og so byrjar Ólavsökan. Tað er sið- ur at prestarnir í oynum skiftast Ólavsöku eft- ir Ólavsöku at prædikað. Hin kirkjuligu dám- urin frá Nidarósa heldur við og andin frá heil- aga Ólavs er óbrotin, sálmar og megnarorð minna um álvarsemi í tjóðarhátíð Föroyingana. Eftir miðdegi fer fram hádegisfundur á völl- inum uttan fyri oyggjana Lögting. Tónleikur og tjóðsangur skiftast millum röðu Lögtings- formannsins og at enda verður borin út á tús- undmanna vörrum: ,,Tú alfagra land, mítt, mín dýrasta . .. Sum áður sagt frá, er Ólavsökan hátíðin ið samlar tjóðina til eina heild, har hvör sprettur ber tilfar til veitslu og gaman, til fundir og stevni, har fólkahavið er sum veingjasuð, og göturnar eins og eitt dandandi hav. Sum dag- urin líður fer fram mangt og hvat, ið hoyrir til gleim, og tað hevði ikki verði lætt fyri ein- stakling at goymt seg burtur, um ein var stadd- ur í Havnini og kortini ikki vildi veri við til at stuttleika sær. Tú verður beinleiðis noyddir til at fylgja við streyminum og er staddur mið- skeiðis í öllum vásinum, áðrenn tú varar av. Tiðin loypir avstað við tær, tú ferðast sum bos fyri vindi til ítráttarstevnur, til andaligar fundir, til húsvitjan og her kemur ein dámurin av hátíðini — öll eru vælkomin og hvör hurðin stendur opin. Tað er hugnaligt at síggja fólk stuttleika sær, tá ið tey duga, og tað má sannast,, tá ið vit 26 ÓLAVS0KAN

x

Ólavsökan

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Ólavsökan
https://timarit.is/publication/1879

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.